Sagt seg úr starvi

Sagt seg úr starvi
Bogi Bech Jensen, sum hevur verið rektari á Glasir, hevur sagt seg úr starvi. Hann er longu givin í starvinum
 
03.09.2019 - 11:42

Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Mentamálaráðið fekk uppsøgnina í gjár og hevur gingið henni á møti, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi júst nú.

Aðalráðið skrivar soleiðis í tíðindaskrivinum:

–  Bogi Bech Jensen hevur loyst eina torføra uppgávu, nú hann seinastu fýra árini hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at leggja teir tríggjar ymisku miðnámsskúlarnar í Havn saman til ein felags skúla.

– Samanleggingin var eitt politiskt ynski og tilgongdin hevur til tíðir verið krevjandi, men arbeiðið við at samansjóða starvsfólk og næmingar á Glasi er nú komið væl og virðiliga undir land.

– Vit taka uppsøgnina til eftirtektar og vilja samstundis takka Boga Bech Jensen fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur lagt fyri dagin í hesi drúgvu tilgongdini, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. 

Er longu givin

Bogi Bech Jensen grundar uppsøgnina á, at samanleggingin nú er vorðin veruleiki, og at skúlin og rektarin tí eru komnir til eitt vegamót. 

– Hetta hava verið fýra góð og lærurík ár, og hetta hevur verið sera gevandi fyri meg, men eg kenni nú, at tíðin er komin at royna okkurt annað og loyva øðrum kreftum framat á Glasi, staðfestir Bogi Bech Jensen millum annað í uppsagnarskrivinum. 

Inntil nýggjur rektari verður settur, verður Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, virkandi rektari. Hann fer tó at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, um tørvur verður á tí. 

Mentamálaráðið fer at søkja eftir nýggjum rektara til Glasir sum skjótast, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751