Boris Johnson og stjórnin taptu atkvøðugreiðslu

Boris Johnson og stjórnin taptu atkvøðugreiðslu
328 móti 301 limir í Undirhúsinum avgjørdu í gjárkvøldið at taka stýringina í parlamentinum frá stjórnini hjá Borisi Johnson
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
04.09.2019 - 06:41

Og dagurin í dag verður helst líka dramatiskur, tí væntandi fer meiriluti í dag at taka avgerð um, at Bretland ikki kann fara úr ES við ongari avtalu. Harumframt skal Boris Johnson heita á ES um at útseta brexit-dagfestingina, sum í løtuni er 31. oktober, um eingin avtala er innan 19. oktober.  

Nýggja dagfestingin verður so 31. januar 2020.

Eftir tríggjar tímar drúgt kjak í gjárkvøldið, atkvøddu 328 fyri og 301 í móti, at parlamentið kann samtykkja eina skundlóggávu. Men lógaruppskotið skal tó fyrst viðgerðast í bretka yvirhúsinum.

Boris Johnson svaraði ígjárkvøldið beinanvegin aftur og endurtók, at hann í roynd og veru ikki vil hava val, men at hann fer at royna at útskriva val, um parlamentið í dag samtykkir at útseta brexit-dagfestingina.

Semja hevur ikki verið í núverðandi parlamenti, sum hevur sitið síðani 2017, - um, hvussu og við hvørjum treytum bretar skulu fara úr ES, soleiðis sum avgjørt var við fólkaatkvøðu í 2016. Parlamentið hevur tríggjar ferðir vrakað avtaluna, sum fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fekk við Brússel í fjør.

Boris Johnson skal hava tvær av hvørjum trimum atkvøðum í parlamentinum, sum skulu taka undir við, at hann kann skriva út val í ótíð. Atkvøðugreiðslan verður helst hildin í seinasta lagi mánadagin. Skrivstovan hjá forsætisráðnum hevur upplýst, at parlamentsvalið so verður 14. oktober. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846