Heðin vil vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri

Heðin vil vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri
Heðin Zachariasen sigur, at hann stillar ikki upp á kommunuvalinum næsta ár
Heðin Zachariasen stillar ikki upp á kommunuvalinum næsta ár
 
18.09.2019 - 12:29

Heðin Zachariasen, sum kom í løgtingið í gjár, er borgarstjóri í Sunda kommunu. Og hann ætlar sær at halda fram í báðum sessum.

Heðin Zachariasen hevur biðið býráðið í Sunda kommunu um at sleppa at vera løgtingsmaður eisini.Næsti býráðsfundur í Sunda kommunu verður 30. september.

Gevst í kommunalpolitikki

Heðin Zachariasen sigur, at hann stillar ikki upp á kommunuvalinum næsta ár. Hann hevur tí slakar 15 og ein hálvan mánað eftir sum borgarstjóri.

Heðin Zachariasen sigur, at hann hevur roynt at verið bæði borgarstjóri og løgtingsmaður, og tað heldur hann sjálvur bar væl til.

Heðin Zachariasen hevur verið borgarstjóri í Sunda kommuna síðani hon varð stovnað í 2005. Undantikið er tó eitt valskeið, tá hann ikki stillaði upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527