Søgan um The Beatles broytt

20.09.2019 - 20:55
List›Tónleikur
Søgan um The Beatles broytt
Band við samrøðum komið undan kavi
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur
Mynd: Leivur Thomsen  

Tann 11. september hevði blaðið The Guardian eina grein, sum varpaði nýtt ljós á, hvussu The Beatles fór í søguna - og talan er um avgerandi vitan, sum broytir okkara fatan av søguni um heimsins størsta rockbólk nakrantíð.

Vanliga fatanin higartil hevur verið, at limirnir í bólkinum vóru á einum máli um, at teir skuldu fara hvør til sítt eftir, at ter høvdu upptikið tónleikin til útgávuna Abbey Road. Men í greinini vísir søgufrøðingurin Mark Lewisohn á eitt band, sum hann hevur fingið hendur á.

Á hesum bandi eru upptøkur av samrøðum millum John Lennon, Paul McCartney og George Harrison. Orsøkin til, at teir hava tikið bandið upp, er, at Ringo Starr liggur á sjúkrahúsi til kanningar og tískil ikki kann vera við til at leggja ráð saman við hinum limunum.

Og teir eru ikki ørindaleysir - teir hava nevniliga ætlan um at gera enn eina útgávu eftir Abbey Road. Fyri beatleskennarar er hetta stórtíðindi - og ikki bara fyri kennarar, tí The Beatles er størsti rockbólkur, sum nakrantíð hevur verið, og tí hevur nýggja vitanin uppiborið støði sum almenn vitan.

Hoyr Knút Háberg Eysturstein meta um hesi nýggju tíðindi, umframt at hann tekur samanum søguna um bólkin og viðurskiftini rundan um síðstu tíðina hjá beatlunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860