Hundasjúkan ikki staðfest í Føroyum

Hundasjúkan ikki staðfest í Føroyum
Landsdjóralæknin í Føroyum hevur higartil onga fráboðan fingið um hundasjúkuna, sum í løtuni ger um seg í Noregi
 
23.09.2019 - 15:02

Norskir myndugleikar ávaraðu fyrr í hesum mánaðinum hundaeigarar, eftir at fleiri hundar eru deyðir í Noregi av ringari diarre.

Men enn vita tey ikki, hvat tað er, sum ger hesa sjúkuna, og um hon smittar. Men listin yvir smittur, sum ikki hava samband við hesa smittuna, gerst alsamt longri. 

Sjúkan er ikki staðfest í øðrum Norðurlondum. Seinastu tølini úr Noregi vísa, at 173 hundar hava havt sjúkueyðkennini við ringum leysum lívi, og 43 av hesum hundum eru deyðir av sjúkuni. 

Hundaeigarar í Føroyum, ið hava fingið hund úr útlondum, verða ávaraðir, og skulu vísa varsemi. Tilmælið til hundaeigarar sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115