Meira peningur játtaður til kanningar

Meira peningur játtaður til kanningar
Ílegukanningar og heilakanningar skulu basa ridluskriða hjá seyði. Fiskimálaráðið hevur eisini í ár játtað stuðul til at basa ridluskriða
 
24.09.2019 - 17:12

Búnaðarstovan hevur saman við landsdjóralæknanum avgjørt, at stuðulin verður veittur til at kanna ílegur hjá brundum og heilan hjá eldri óm eftir sama leisti sum í fjør.

Endamálið við ílegukanningunum er at útrudda íleguna við lágum mótstøðuføri móti ridluskriða við bara at gera brundar upp við høgum mótstøðuføri í Fugloy, Eysturoy og Streymoy, har ridluskriði er staðfestur. 

Gera kanningar í fýra oyggjum

Endamálið við at kanna heilan hjá eldri óm er at staðfesta, um oyggjar eru, sum kunnu metast at vera fríar fyri ridluskriðasmittuna. 

Staðfesta kanningarnar, at ein oyggj ikki hevur smittuna, verður ikki neyðugt at gera ílegukanningar at ala seyðin til hægri mótstøðuføri.

Heilakanningar verða gjørdar í Fugloy, Koltri, Hesti og Nólsoy, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037