Útbyggja nú havnarlagið fyri hálva milliard

Útbyggja nú havnarlagið fyri hálva milliard
Tað kostar meira enn upprunaliga ætlað at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið í Havn
Grótið til havnarlagið í Havn verður tikið á Glyvursnesi.
 
25.09.2019 - 12:33

Tað kostar meira enn upprunaliga ætlað at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið í Havn.

Býráðið skal í annaðkvøld avgera, um 34,7 mió. kr. skulu játtast afturat til arbeiðið.

Arbeiðið fer so at kosta 500 milliónir krónur.

Býráðið samtykti í 2016 at játta 465 mió. kr. til at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið.

Av tí, at grótið er sokkið nakað í botninum - hevur sett seg - eru næstan tíggju milliónir krónur meira enn ætlað brúkt til grót.

Semja gjørd

Sambært dagsskránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld, hava nógvar ymiskar óvissur verið millum arbeiðstakaran, J&K Petersen, og arbeiðsánaran, sum er Tórshavnar havn. 

Samráðingar hava verið millum partarnar, so tað, sum er eftir at gera, verður gjørt fyri fastan prís, prísvøkstur og lønarvøkstur eru tó undantiknir.

Upprunaliga tilboðið frá J&K Petersen var 387 mió. kr. Byggifelagið fær 413 milliónir krónur fyri arbeiðið.

Fyrri parturin av Skansabryggjuni verður latin 22. oktober í ár.

Endaliga avhendingin verður 15. mai næsta ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018