Funnu 5,4 tons av rúsevnum í kavbáti

Funnu 5,4 tons av rúsevnum í kavbáti
Amerikanska sjóverjan hevur lagt hald á 5,4 tons av kokaini. Rúsevnini eru funnin umborð á einum kavbáti, og fýra persónar eru handtiknir
 
26.09.2019 - 06:41

Sjóverjan steðgaði kavbátinum í einum eftirlitsátaki, og hálvt tons av kokaini varð tikið úr kavbátinum á sjónum. Men kavbáturin var illa gjørdur, og tí var vandamikð at taka restina av rúsevnunum, sum sukku á havsins botn saman við kavbátinum.

5,4 tons av rúsevnum høvdu kostað 1,1 miljard krónur á gøtuni. 

Hendingin fór fram fyrr í mánaðinum, og amerikanska sjóverjan hevur almannakunngjørt sjónbandaupptøku av hendingini. 

Kavbáturin var 12 metrar langur, og sjóverjan rópar teir narko-kavbátar. Hesir bátar eru gjørdir serliga til at smugla rúsevni, og suður-amerikonsk kartell brúka teir nógv. Kavbátarnir kunnu ikki stinga seg í kav, sum vanligir kavbátar, - men eru bygdir til at fjala skrokkin í sjónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846