Frá Carnegie Hall til Klingruna

27.09.2019 - 18:28
List›Tónleikur
Frá Carnegie Hall til Klingruna
Kristinu á Váli er komin heilt úr USA at spæla við Aldubáruni
Kristina á Váli
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið fer Aldubáran at spæla konsert við tónleiki eftir Ludwig Van Beethoven. Tað er í sambandi við, at tónaskaldið fyllir 250 ár næsta ár.

Aldubáran er ein fleksibul stødd, bólkurin kann vera bæði stórur og lítil, og til hetta høvið er Aldubáran ein septett, tí víðagitna septettin hjá Beethoven verður á konsertskránni.

Aldubáran hevur í hesum sambandi sent boð eftir Kristinu á Váli, sum býr í USA. Kristina hevur lisið tónleik í sjey ár í New York økinum og er júst blivin liðug sum kandidatur í cellospæli.

Vikuskiftissendingin brúkti høvið til at gera prát við hana um, hvussu lívið er og hevur verið í stóra amerikanska býnum.

– Eg kann avgjørt viðmæla øðrum ungum til at fara til USA at lesa tónleik, sigur Kristina og leggur afturat, at uppihaldið í USA hevur givið henni nógvar týdningarmiklar royndir. Millum annað hevur hon spælt á viðagitna Carnegie Hall í New York.

Hoyr prátið við Kristinu her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302