H-bygningurin 152 milliónir dýrari enn ætlað

H-bygningurin 152 milliónir dýrari enn ætlað
Nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at kosta væl meira enn mett
Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer ikki at halda játtanina. 152 milliónir resta í, upplýsir landsstýrismaðurin í heilsumálum
 
03.10.2019 - 17:56

Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður 152 milliónir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað.

Tað upplýsti nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyri løtu síðan á tingsins røðarapalli, tá uppskotið um fíggjarlóg fekk fyrstu viðgerð. 

21 milliónir játtast í ár

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at nú allar rokningarnar eru komnar, sæst, at nýggi H-bygningurin verður 152 milliónir dýrari.

Í eykajáttanarlógini, sum verður viðgjørd í løgtinginum beint nú, stendur, at H-bygningurin á Landssjúrkahúsinum skal hava 21 milliónir krónur í eykajáttan í ár. 

 >> SÍ EISINI Gerast liðugur eftir upprunaligu ætlanini

Í vár koma annars fram, at nýggi H-bygningurin fór at kosta í minsta lagi 80 milliónir krónur meira, enn løgtingið higartil hevur játtað.

Men hetta talið er nú 152 milliónir krónur, sambært Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. 

Útvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í heilsumálum, men tað hevur ikki eydnast í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563