Fyrisetingar og staðarnøvn

04.10.2019 - 14:30
Lívsstílur
Fyrisetingar og staðarnøvn
Í vanligari talu vita fólk vanliga, hvørjar fyrisetingar hoyra saman, men ofta ivast fólk, tá tað kemur til staðarnøvn. Reglurnar eru tó greiðar
Í vanligari talu vita fólk vanliga, hvørjar fyrisetingar hoyra saman, men ofta ivast fólk, tá tað kemur til staðarnøvn
Mynd: Savnsmynd  

Ert tú úr, av ella frá eini bygd ella býi? 

Hetta er eitt ivamál, ið mangan verður avdúkað í vanligari talu. Men tað er í grundini lætt at minnast til hetta, tí reglurnar eru greiðar.

Í vanligari talu vita vit vanliga, hvørjar fyrisetingar hoyra saman. Og tað eru júst tær somu, ið hoyra saman, tá ið tað snýr seg um staðarnøvn:

Í og úr

Í og úr hoyra saman: Skeiðirnar liggja í skuffuni - Tak skeiðirnar úr skuffuni.

Hon býr í Sørvági - Hon er ættað úr Sørvági.

Á og av

Á og av hoyra saman: Bókin liggur á borðinum - Bókin datt av borðinum.

Hann vaks upp á Tvøroyri - Hann er av Tvøroyri.

Við og frá

Við og frá hoyra saman: Skipið liggur við kai - Skipið legði frá kai.

Tey eru við Gjógv - Tey eru ættað frá Gjógv.

Undir og undan

Undir og undan hoyra saman: Kettan liggur undir borðinum - Kettan kemur undan borðinum?

Hon býr undir Gøtueiði - hon er ættað undan Gøtueiði.

Sigið ikki hvar ert tú frá

Ofta spyrja fólk: Hvar ert tú frá? og so verður svarið:' Eg eri frá Havn' í staðin fyri 'Eg eri úr Havn', ella 'frá Sandi' í staðin fyri 'av Sandi'.

Tað hevði verið betri, høvdu vit lært okkum at spyrja: 'Hvaðani ert tú?', tí so kann tann, sum svarar, velja ímillum í, av og frá (og undan og innan), alt eftir, hvaðan viðkomandi er ættað/-ur, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Oftast úr ella av

Tað er bara ein bygd, har fyrisetingin er undir/undan: undan Gøtueiði, og ein, har hon er innan: innan Glyvur.

Og bara fýra bygdir, har fyrisetingin er við/frá: frá Gjógv, frá Norðskála, frá Ljósá og frá Gøtugjógv. Alla aðrastaðni eitur tað annaðhvørt úr ella av.

Ert tú í iva, so hygg inn á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, us.fo, og skriva í leitirútin: býir og bygdir í hvørjumfalli. Vel henda listan, og har standa allar fyrisetingarnar til býtir og bygdir í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983