Nón

Kirkjubøkurnar vísa lívið í góðum og ringum
02-06-2021
Suðurstreymoyar kirkjubók árini 1757-1851 er komin út á prenti. Felagið Varðin gevur út

Kirkjubøkurnar vísa lívið, sum tað var - upp á gott og ringt.

Soleiðis sigur Zacharias Wang, sum vegna forlagið Varðan hevur lagt fram Suðuroystreymoyar kirkjubók 1757-1851.

Hetta er eitt spennandi tíðarskeið í søguni hjá Havnini, tí hetta er tíðarskeiðið, har Havnin tekur seg fram til høvuðsstað.

- Havnin hevði tveir stovnar, sum vóru einastandandi: Einahandilin og Skansan. Føroyar vóru partur av norska ríkinum, og Skansin skuldi mannast við hermonnum. Á ólavsøku komu sýslumenninir við tilsamans níggju ungum monnum, sum skuldu sýnast, um teir vóru víggjaførir. Teir ið kláraðu hesa roynd høvdu fýra ára hertænastu í skansaliðinum. Tá tey fýra árini vóru farin sluppu teir aftur út á bygd, men tá høvdu teir ofta fingið konu í Havn og tímdu ikki at fara avstað aftur, og tí er hetta úrvalslið forfedrarnir hjá havnarfólkunum, sigur Zacharias Wang.

Til ber at lesa nógvar søgur burtur úr kirkjubókunum, um tú dugir. Til dømis sært tú søgur um bæði ótrúskap og annað, sum prestarnir hildu seg hava rætt at viðmerkja.

- Vit hava tikið alt við, einki er lúkað burtur, sigur Zacharias Wang.

Hoyr samrøðuna við Zacharias Wang her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022