Nón

187 føroyskar plantur
07-06-2021
Í nýggja plantufrøðiliga urtagarðinum í Hoyvík ber til at síggja umleið helmingin av teimum plantum, sum vera nevndar at vera føroyskar

Um tú hevur hug til at kunna teg meira um føroyskar plantur, ella hevur hug til at síggja tað, sum veksur vilt í Føroyum, ber til at leggja leiðina fram við Kúrdali í Hoyvík, har Tjóðsavnið hevur lagt ein plantufrøðiligan urtagarð.

Gartnarin Annleyg Patursson hevur seinastu tíðina arbeitt við at fáa eina ørgrynnu av føroyskum plantum at vaksa har, og sjálvt um avbjóðingar við vindi og sjóroki kunnu spæla gróðrarlíkindunum eitt puss eru nógvar plantur, grøs og blómur at síggja.

Hetta er týdningarmikið fyri plantufrøðiliga margfeldið í Føroyum, heldur Kolbrún í Haraldstovu, savnsvørður, tí so kunnu fólk koma higar at síggja føroyskar plantur, heldur enn at taka tær úr náttúruni. Fleiri teirra eru viðbreknar og tola ikki, at fólk taka ov nógv av teimum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022