Nón

- Øll kunnu gera mun
30-09-2021
Marnar Fríðheim Kristiansen, sum fekk ársins miðlarheiðursløn, var gestur í Nón

Hann var miðskeiðis í eini krabbameinsgransking, sum hann legði til viks, fyri at kasta seg yvir farsóttina, sum broytti heimin. Nú hevur hann fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum - fyri at kunna, ráðgeva og miðla gransking um koronu heiðurliga seinastu 20 mánaðirnar.

Marnar Fríðheim Kristiansen er gestur í Nón, sum fer eitt sindur aftur um tann almenna granskaran og læknan. Hann heldur tað vera eina skyldu hjá granskarum at miðla sína gransking og vitan, serliga nú heimurin flýtir yvir í informatión.

- Eitt, sum eg havi lært, er at vit kunnu øll gera ein mun. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at fingið hesa viðurkenningina. Eg síggi ikki meg sjálvan sum serliga dugnaligan, men við tað at eg havi kunnað lagt so nógva arbeiðsorku í hetta, so haldi eg meg hava kunnað gjørt ein mun á onkran hátt fyri føroyingar. Tað kunnu onnur eins væl gera.

Marnar er 31 ára gamal, giftur og eigur tríggjar døtur. Hann er uppvaksin á Skála, miðlingur av fimm systkjum, og hann er glaður fyri sín uppvøkstur á bygd. Nú granskar Marnar í krabbameini í Føroyum, og hansara phd verður helst liðug komandi ár.

Hoyr alla samrøðuna við Marnar Fríðheim Kristiansen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggja tónleikaútgávan Rangvørg
05-01-2022
Mentanarpolitikkur hjá kommunum. Bestseljarar í 2021. Føroyski báturin og UNESCO.
15-12-2021
Miðalstórar kommunur raðfesta fyrst ítrótt síðan aðra mentan, sigur nýggj masterritgerð
15-12-2021
Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, heitir nú á landsstýrið um at bera skjótt at og hjálpa listafólkum í neyð, nú koronutiltøkini raka hart
14-12-2021
Steingrim Abrahamsen hevur skrivað bók um staðarnøvn í Mykinesi
14-12-2021
Staðarnøvn í Mykinesi. Listafólk í andaleypi. Føroyski báturin á Unesco-listan.
13-12-2021
Løg til ymisk høvi. Og bók um Dias á Heyggi. Umframt Høgnatáttin.
10-12-2021
Suni F. Jacobsen hevur givið bók út við løgum til ymisk høvi
10-12-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-12-2021
Í dag kemur bersøgni og grovi rappteksturin frá fyrstu fløguni hjá Swangah út í bók. Afturvið tekstunum eru myndir frá 13 føroyskum listafólkum.
09-12-2021
"Viðareiði - slóðirnar og minnið" kallast stórsligið verk, sum Danial Lydersen hevur gjørt um staðarnøvn á Viðareiði
09-12-2021
Fyrrverandi forkvinnan í MBF, Doris Hansen, fekk kærleikskúluna hjá Dugna í ár
09-12-2021