Nón

Nón 4. oktober 2021
04-10-2021
Tilflytarar og førleikar. James Bond og úrtøkan.

Fleiri enn 400 kvinnur úr asiatiskum londum búgva í Føroyum, og tveir triðingar av teimum hava hægri útbúgvingar, men arbeiða í ófaklærdum størvum. Hví koma tær hendanvegin, og hví kann føroyska samfelagið ikki brúka teirra førleikar betri? Vit tosa við Elisabeth Holm og Rúnu Preeti Isfeldt, sum hava granskað í innflytarum, førleikum og fordómum.

Hvat kann føroysk filmsvinna fáa burturúr, at upptøkur til so stórar filmar sum James Bond verða gjørdar í Føroyum? Og hvussu vera slíkar upptøkur gjørdar. Vit práta við Pætur Marjunarson Dahl, sum var tað sum nevnist "second assistant director" á filminum.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022