Nón

Nón 20. oktober 2021
20-10-2021
Konsert við Biritu Poulsen Trio, frumframførsla av verkinum "Kærleiki" eftir Sunleifi Rasmussen og nýtt ungdóms- og virkishús í Runavík

Nógv kenna helst gamla gula ikoniska smiðjubygningin í Saltangará. Bygningurin hýsti í nógv ár smiðjuvirksemi, men um nakrar mánaðir letur Gula Smiðja upp sum ungdóms- og virkishús.

Vit tosa við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu um verkætlanina og fara ein rundtúr í bygninginum saman við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara í kommununi.

Í morgin verður forvitnislig konsert og frumframførsla í Norðurlandahusinum.

Tað er Birita Poulsen Trio, sum fer á pall millum annað at frumframføra nýggja verkið "Kærleiki" eftir Sunleifi Rasmussen.

Verkið er til sopran, klaver og klarinett pg verkið er bygt upp soleiðis, at til kompositiónir eru skrivaðar til sjey yrkingar eftir Oddfríða Marner Rasmussen, rithøvunda. Yrkingarnar eru úr savninum "Innantannaskríggj" sum Oddfríður lat úr hondum í 1995.

Vit tosa við Biritu Poulsen, Zilvinas Brasauskas, Matteo Gobbini og Sunleif Rasmussen um konsertina, yrkingarnar og tónleikin.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022