Nón

Carl Johan Jensen gongur nýggjar leiðir
21-10-2021
Tríverkið hjá Carl Johan Jensen endar við einari heilt øðrvísi skaldsøgu

- Hetta er í veruleikanum ein skaldsøga, ið er skrivað sum ein monologur.

Í komandi viku kemur eftir ætlan nýggj bók eftir Carl Johan Jensen við skipi til Føroya. Sprotin gevur út.

"Vatn er ein vátur logi," eitur bókin, sum er øðrvísi enn tær skaldsøgur, sum Carl Johan áður hevur skrivað. Hon er skrivað í talumáli og er sett upp sum eitt hoyrispæl.

Hetta er triðja bókin í tríverki, har hinar báðar vóru Sær og Terningarnir.

Pallurin er einfaldur. Gamla situr fyri seg sjálva í stovuni í einum húsum miðbýnum í Havn og minnist aftur á ymiskt, sum er hent í hennara lívi. Tankarnir renna fram fyri hana. Tú fært varhugan av, at hon er um at gerast í ørviti, tí tað hongur ikki alt saman, og hon tosar við onkran, sum hvørki hoyrist ella sæst nakrastaðni.

Álvarsom evni um samleika og ágang stinga seg upp, og samstundis nemur bókin við tað einsemi, sum rakar nógv eldri fólk.

Hoyr prátið við Carl Johan Jensen um nýggju bók hansara

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022