Nón

Bókasavnið skal vera opið, livandi og fjølbroytt
10-11-2021
Saman við Løkshøll hevur Bókasavnið við Løkin fleiri ymisk tiltøk á skránni komandi tíðina. Tey leggja seg eftir at vera ein livandi mentanardepil.

Síðst í oktober kom faldarí í allar postkassar í Runavíkar kommunu við skránni á Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll komandi vikurnar.

Skráin ber boð um tveir virknar stovnar. Oyvør Dam Jacobsen, leiðari á Bókasavninum við Løkin, vísir á, at bókasavnið leggur seg eftir at hava eitt fjølbroytt virksemi, sum dregur fólk til og skapar eitt livandi bókasavn. Hon vísir á, at tað hevur nógvar fyrimunir við sær, at bókasavnið og Løkshøll liggja lið um lið. Tískil samstarva stovnarnir nógv og leggja seg eftir at vera eitt slag av mentanardepli.

"Bókasavnið við Løkin er lutfalsliga nýtt og lítið, og tí arbeiða vit áhaldandi fyri at gera bókasavnið viðkomandi fyri borgararnar. Fólk skulu kenna, at tey eiga ein lut í bókasavninum, og tí royna vit at bjóða fjølbroytt tiltøk til ymsar málbólkar", sigur Oyvør Jacobsen. Hon vísir eisini á, at tað hevur týdning, at tað er hugnaligt at koma á bókasavnið, og tað skal bera til at seta seg niður við einum drekkamunni.

Lurtið eftir samrøðuni við Oyvør Dam Jacobsen, leiðara á Bókasavninum við Løkin, har hon fortelur um virksemið á bókasavninum, og hvørjar visiónir hon hevur fyri eitt nýmótans og viðkomandi bókasavn. 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022