Nón

Náttúra og mentan eyðkenna staðarnøvnini
14-12-2021
Steingrim Abrahamsen hevur skrivað bók um staðarnøvn í Mykinesi

- Tað var sum at koma í eina aðra verð, tá ið eg sum barn kom út í Mykines.

Steingrim Abrahamsen hevur alt sítt lív verið javnt og samt í Mykinesi, haðani foreldrini eru. So hóast hann hevur búð í Havn, síðan hann var smádrongur, rindar hann nú á ein hátt aftur við at skriva bókina "Staðarnøvn í Mykinesi".

Einaferð búðu útvið 200 fólk í Mykinesi, og eini 30 børn gingu í skúla har. Nú búgva 17 fólk í oynni. Hetta vísir, hvussu nógv gerandislívið er broytt í oynni. Og til gerandislívið hoyrdi staðarnøvn, sum eru fyri hóttafalli.

Steingrim Abrahamsen hevur nú við hjálp frá fólkum í Mykinesi staðsett og viðgjørt útvið 1500 staðarnøvn í Mykinesi. Hann viðger staðarnøvn innan- og uttangarðs, hann lýsir slóðarar og søgu hjá staðarnavnagransking, og hann viðger kort og annað.

Ein áhugaverd eygleiðing, sum Steingrim ger, er at 46 prosent av staðarnøvnunum eru natúrnøvn, og 54 prosent eru mentanarnøvn.

Bókin vendir sær bæði til fólk við tilknýti til Mykines og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru.

Hoyr samrøðuna við Steingrim.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022