Nón

Loynigentan lýsir loynilig evni
19-01-2022
Tað hevur týdning, at ung tora at tosa um tað, sum er torført at seta orð á. Tað heldur rithøvundurin handan nýggja ungdómsskaldsøgu.

"Loynigentan" er heitið á nýggjari føroyskari ungdómsskaldsøgu, sum kom út um mánaðarskiftið november/desember 2021. 

Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað, og bókin er onnur skaldsøga hennara. Fyrsta skaldsøgan hjá Tórunn, "Månelyset viste vej", kom í 2010. Hon var á donskum. 

"Loynigentan" er serlig á tann hátt, at hon viðger evnir, sum kanska ikki eru so nógv lýst í føroyskum skaldskapi; sjálvmorð, sorg, sálarsjúku, sosialar miðlar og happing og ágang á netinum. 

Karina Henriken leggur seg eftir at skriva sosialrealistiskt, og hon vil við bókini lýsa evnir, sum kunnu vera torfør at tosa um: 

- Tað hevur týdning, at ung fólk ikki kenna skomm, og at tey tora um at tosa um evni, sum eru torfør at seta orð á. Vónandi kann bókin varpa ljós á hetta, sigur Tórunn Karina Henriksen.

Lurtið eftir samrøðuni við Tórunn Karinu Henriksen um nýggju skaldsøgu hennara. 

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
17-09-2021
Helgi Rasmussen hevur givið út yrkingasavn, sum ikki líkist øðrum
16-09-2021
Undangongumaðurin Ólavur á Heygum. Yrkjarin Helgi Rasmussen.
15-09-2021
Stórtingsval í Noregi er í dag
13-09-2021
Tik Tok Antik er heiti á kvøldsetu, sum Seniorbólkurin í Sjónleikarhúsinum skipar fyri
11-09-2021
Bjarni Restorff, William Heinesen og Norska Løva. Tik tok antik. Høgnatáttur. 
10-09-2021
Fyri 14 árum síðani útsetti Bjarni Restorff verkið Norska Løva eftir William Heinesen fyri stórt orkestur. Nú hevur hann tikið stig til at geva nótaritið út sum bók
10-09-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer.
10-09-2021
Fischer Heinesen verður ofta settur í samband við læknastríðið, men Fischer setti eisini Sjómanskúlan í Klaksvík á stovn, og var havnafúti í nógv ár.
09-09-2021
Fischer Heinesen 120 ár. Vitanardepil um Føroyar, Grønland og Ísland.
08-09-2021
Tranhuset á Christianshavn fær nýtt lív sum vitanardepil til børn og ung
08-09-2021
Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen hittast í nýskrivaðum leiki eftir Jóanes Nielsen
07-09-2021