Nón

Nýggj bók um søguna hjá Sinnisbata og føroysku sálarsjúkusøguna
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"

Í 1982 var felagið Sinnisbati sett á stovn, og hevur síðani arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum.

Nú á 40-ára føðingardegnum kom bók út um virksemið hjá felagnum og um føroysku sálarsjúkusøguna. Hugt verður millum annað aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant, og fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Eisini eru samrøður í bókini við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.

- Lítið er skrivað um sálarsjúkur í Føroyum og tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt, heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum hevur skrivað bókina.

Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum Sinnisbata at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku, og amboðini hava verið mong, millum annað fyrilestrar, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.

Grækaris Djurhuus Magnussen vónar, at bókin fer at stuðla undir hesum virkseminum hjá Sinnisbata, so umstøðurnar hjá fólki í Føroyum, ið dragast við sálarligar avbjóðingar, verða enn betri.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022