Nón

Neyðugt at kjakast um listastuðulsskipanirnar
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar

Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum.

Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya.
Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list.

- Vit liva í av einum samfelagið, ið støðugt broytist, og tí broytast fatanirnar av hugtøkum og skipanum eisini . Listastuðulsskipanirnar eru partar av okkara vælferðarsamfelagið, og tí er tað altíð relevant at fylgja við og skifta orð um hesar skipanir, halda Sunnuva Bæk, Torkil Rasmussen og Dánjal á Neystabø. Tey vísa eisini á, at tað - í fleiri førum - ikki er armslongd millum landsstýrið og útlutanina av stuðulspengum, og hetta er eisini nakað vit eiga at kjakast um, siga tey.

"Vit eiga at endurskoða alt listastuðulsøkið", heldur Sunnuva Bæk.

Lurtið eftir orðsakiftinum um armslongdarmeginreggluna og listastuðulsskipanir í Føroyum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Nýggjur almennur arkitekturpolitikkur. Silvitni vann kórkappingina á Kórfestivalinum
04-05-2022
Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók og Marius DC vann Sement
02-05-2022
Marius DC vísti nýggjar síður av sær sjálvum, tá ið hann vann tónleikakappingina Sement 2022
02-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna í Høgnatátti
01-05-2022
Háskúlin sum móttøkuhús. Jens Christian Carlsson vann essay-kappingina. Ølvustova. Høgnatáttur.
29-04-2022
Nón sendir beinleiðis frá mentanarvikuni í Rúnavík
27-04-2022
Guðrið Hansdóttir og gula myrkrið. Karina Lykke Grand og milliónin frá Carlsberg.
22-04-2022
Ný Carlsberggrunnurin stuðlar Listasavni Føroya við einari góðari millión
22-04-2022
Skemtileikurin "Søn af en psykopat" og Summartónar 2022
20-04-2022
Tónlistalesandi fáa íblástur í Føroyum. Glenn er nýggjur leiðari fyri FMX. Høgnatáttur.
08-04-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
08-04-2022
Sangbólkurin Dopplers. Fuglakvæðið á donskum
06-04-2022