|
- am. spenningsf. frá 2002 - óhósk.f. smábørn
Sonur John Q (Denzel Washington) dettur um av einum hjartatilburði í einum baseballdysti . Á sjúkrahúsinum siga Raymond (James Woods), hjartaserfrøðingurin og sjúkrahússtjórin (Anne Heche), at skal drongurin yvirliva, hevur hann brúk fyri eini hjartatransplantatión. Men tað kostar 250.000 dollarar, so nógvan pening hevur tann fátæki arbeiðsmaðurin John, ikki. Hetta fær øði í John, og hann hersetur sjúkrahúsið, tekur starvsfólkið gíslar og krevur, at sonurin verður skurðviðgjørdur beinanvegin! Meðan miðlarnir streyma til og dekka gíslatøkuna, roynir løgreglumaðurin Frank (Robert Duvall) at tosa við John. Samstundis sendir Gus (Ray Liotta), ein ungur løgreglumaður, ein loyniskjútta upp á takið at skjóta John!
Leikarar: Denzel Washington, Robert Duwall, James Woods, Anne Heche, Ray Liotta, Eddie Griffin, Heather Wahlquist og Laura Harring.
Leikrit: James Kearns.
Leikstjórn: Nick Cassevetes.
|