|
- am. filmur frá 2018, óhósk.f. børn
Undir øðrum veraldarbardaga sendir amerikanska fregnartænastan OSS (seinni CIA) eitt lítið lið av loyniagentum til Europa at sneyta upp leiðandi kjarnorkugranskaran í Nasitýsklandi Werner Heisenberg (Mark Strong). Moe Berg (Paul Rudd) er liðleiðari, hann er professjonellur baseballspælari, sum tosar sjey mál flótandi og varð njósnari undir krígnum. Amerikanarar stúra fyri, at týskarar eru komnir væl áleiðis við at menna eina kjarnorkubumbu, og eru teir tað, er tað uppgávan hjá Moe og liði hansara at myrða Heisenberg. Men er Heisenberg í grundini áhugaður í at gera eina bumbu fyri nasistarnar, ella roynir hann við vilja at toyggja gongdina?
Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Leikstj.: Ben Lewin
Handrit: Robert Rodat, Nicholas Dawidoff (byggir á søguna: Catcher Was a Spy: The Mysterious Life of Moe Berg
Leikarar: Paul Rudd, Pierfrancesco Favino, Tom Wilkinson
|