|
- am. ævintýrfilmur frá 2012
Gandakallurin Gandalf (Ian McKellen) vitjar hobban Bilbo og biður hann fara eina vandafulla ferð saman við víðagitna stríðsmanninum Thorin Egeskjold og trettan dvørgum hansara. Málið er kongaríkið hjá dvørgum, Erebor, sum skal takast aftur frá drekanum Smaug. Tann vandafulla ferðin gongur gjøgnum skógir, um fjøll og tætt kjarr, og á leiðini koma teir í tætt samband við m.a. stóreiturkoppar og gandakallar. Á ferðini hittir Bilbo eisini Gollum og fær fatur í ein gandakendan gullring, sum er bundin at Miðgarðs lagnu.
Leikarar: Bilbo Sækker: Martin Freeman, Gandalf: Ian McKellen og Thorin Egeskjold: Richard Armitage.
Eldri Bilbo Sækker: Ian Holm. Bofur: James Nesbitt. Galadriel: Cate Blanchett. Gollum: Andy Serkis. Frodo Sækker: Elijah Wood. Saruman: Christopher Lee. Legolas: Orlando Bloom. Elrond: Hugo Weaving. Andamanari: Benedict Cumberbatch.
Handrit: Fran Walsh, Philippa Boyens, Guillermo del Toro og Peter Jackson eftir bók hjá J.R.R. Tolkien.
Leikstj.: Peter Jackson.
Upprunah.: The Hobbit: An Unexpected Journey
Framleiðsluár: 2012
|