|
- fish´n´chips, royk-øl og súreplachutney
Øl við royktum smakki - er tað leskiligt? Tað fer at vísa seg, tá systrarnar báðar, Ida Maria og Amalie Lykke Baadsgaard eksperimentera við heimabryggjaðum øli. Youtubara-kokkurin Jacob Jørgsholm keypir ein stóran fisk, so hann kann fáa besta, broyskna, fish´n´chips burturúr. Og á Samsø ger ein bóndi, Michael Lindebjerg, sterkt chutney burtur úr súreplum. Í ´Matnørdunum´ eru fólk, sum øll brenna fyri matgerð. Tey geva íblástur til at leita í náttúruni og brúka hana heima í køkinum.
|