|
- norskur spenningsf. frá 2018, óhósk.f.børn
Geologurin Kristian Eikjord (Kristoffer Joner) varð kallaður hetja í Noregi, eftir at hann kom við fyriboðan um, eina náttúruvanlukku í Geirangerfjørðinum, men hann er traumatiseraður av hendingunum frammanundan og hevur mist sambandið við konu og børn. Nú fær hann mistanka um, at jarðskjálvti hóttir Oslo. Kristian Eikjord ger alt hann kann, fyri at fáa myndugleikarnar at skilja álvaran.
Tey somu fólkini standa aftan fyri norska filmin ´Bølgen´ frá 2017. og ´Skælvet´ - eitt biografhitt í Noregi.
upprunah.:Skjelvet
Leikarar: Kristian: Kristoffer Joner, Idun: Ane Dahl Torp og Sondre Eikjord: Jonas Hoff Oftebro. Við eru: Julia Eikjord: Edith Haagenrud-Sande. Marit Lindholm: Kathrine Thorborg Johansen. Vilde: Catrin Sagen. Mia: Hanna Skogstad. Handrit: John Kåre Raake, Harald Rosenløw-Eeg. Leikstj.: John Andreas Andersen.
Framl. ár:2018
Framl.: Nordisk Film A/S.
|