|
|
- am. drama frá 2017, óhósk. fyri smáb.
Ted Kennedy (Jason Clarke) er tann seinasti, sum er eftir á lívi av synunum hjá Joe Kennedy (Bruce Dern), og han vil verða forseti. Men ætlanir hansara um at gerast forseti, verða av ongum ein lagnudag í juli 1969, tá ið hann er við í eini bilvanlukku. Hann fer úr eini veitslu saman við Mary Jo Kopechne, assistenti hjá deyða beiggja hansara. Kanska er tað tí, at hann hevur drukkið ov nógv rúsdrekka, at hann missir tamarhaldið á bilinum og koyrir útav.
Filmurin lýsir atburð hansara tímarnar eftir bilóhappið, og hvussu tað so við og við gongur upp fyri honum, hvussu stór vanlukkan er.
Filmurin byggir á veruliga hending.
Upprunaheiti: The Last Kennedy
Leikarar: Ted Kennedy: Jason Clarke, Mary Jo Kopechne: Kate Mara og Joseph Gargan: Ed Helms. Umframt tey eru: Joseph Kennedy: Bruce Dern. Paul Markham: Jim Gaffigan. Rachel: Olivia Thirlby. Robert McNamara: Clancy Brown.
Leikrit: Taylor Allen og Andrew logan
Leikstjórn: John Curran.
Framl.ár: 2017
Aldursmark: 11
|