|
|
- tannlæknin - føroysk barnasending frá 2019
Ljóðfílurin og Jensina eru flutt í fagra Pappdalin.
Har vaksa tyggigummiblómur, tyggigummitrø og litfagrar blómur. Jensina ger myndir til ein sang, stavar, tey fara gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og so er tað skapandi verkstaðurin. Pipp Papp Hey! er ein sending fyri børn frá 0-109 ár.
Pipp Papp Hey! 4
Tannlæknin
Hvar eru tær bláu tyggigummikúlurnar endaðar? Jensina skilir einki og má ringja til Eddi. Loyniliga Loynihurðin luktar serligt í dag, so tað er eyka spennandi at vita, hvar tey enda. Jensina ger papptallerkfløgg, ið líkjast fruktum.
Lagt til rættis: Jensina Olsen.
|