|
- am. drama frá 2017
Maddy Whittier (Amandla Stenberg) er ein klók, forvitin og fantasifull 18 ára gomul genta, sum líður av eini sjáldsamari sjúku, sum ger, at hon ikki kann fara út heimanífrá. Men tá hon fær eyga á nýggja grannadreingin, Olly Bright (Nick Robinson), kann hon illa halda seg inni. Maddy er frá sær sjálvari, tí hon vil sleppa at uppliva heimin uttanfyri saman við Olly. Eisini sjálvt um tað merkir, at hon vágar at missa alt. Ein filmatisering av kendu ungdómsskaldsøguni eftir Nicola Youn ´Alt eller intet´.
Uppr.h.: Everything, Everything
Leikarar: Maddy Whittier: Amandla Stenberg, Olly Bright: Nick Robinson og Dr. Whittier: Anika Noni Rose. Við eru eisini: Carla: Ana de la Reguera. Kara Bright: Taylor Hickson. Rosa: Danube R. Hermosillo. Ruby: Farryn VanHumbeck. Handrit: J. Mills Goodloe / Nicola Yoon. Leikstj: Stella Meghie.
Framl. ár: 2017
|