|
|
Vit fara at hoyra Runtsivalstríð, ið er eitt av høvuðskvæðunum úr kvæðatyssinum, ið nevnist Karlamagnusarkvæðini. Hetta kvæðið er eitt av teimum longru føroysku kvæðunum, og fara vit hesa ferð at hoyra kvæðið í fullari longd, og fara at frætta, hvussu tað gongst Rólanti jalli og tólvjavningunum, Angulund kongi og Gýðin jalli.
Runtsival stríðið er - um so kann sigast - eitt av signaturkvæðunum hjá Dansifelagnum í Havn, og hevur hetta javnan verið brúkt sum fyrsta kvæði í ársveitsluni, ið er beint undan føstulávint. Fyrr var tað skipað av Martini Tórgarð ella Niels á Velbastað, men á hesi upptøkuni er tað Janus B. Kamban, ið skipar saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan varð gjørd í Sjónleikarhúsinum í Havn várið 2022.
|