|
|
- am. spenningsf.frá 2009, óhósk.fyri børn
Kona og lítla dóttir Clyde Shelton verða myrdar í sambandi við eitt innbrot. Mordararnir verða handtiknir, men ákærin Nick Rice ger eina avtalu við ein av teimum seku og letur hann sleppa bíligari fyri at fáa hann at vitna. Tiggju ár seinni verður maðurin, sum slapp bíliga, funnin myrdur, og Clyde viðgongur uttan angur, at tað er hann, sum hevur myrt. Samstundis gevur hann Nick eina ávaring: Ger okkurt við vánaligu rættarskipanina, annars verða øll, sum vóru uppií rættarmálinum dripin ein fyri og annar eftir!
Leikarar: Nick Rice: Jamie Foxx. Clyde Shelton: Gerard Butler. Detective Dunnigan: Colm Meaney. Jonas Contrall: Bruce McGill. Sarah Lowell: Leslie Bibb. Detective Garza: Michael Irby. Kelly Rice: Regina Hall.
Leikrit: Kurt Wimmer.
Leikstjórn: F. Gary Grey.
|