|
- am. krígsdrama frá 2018, óhósk. fyri børn
Undir Seinna Heimsbardaga sendir tann amerikanska fregnartænastan OSS (seinni kend sum CIA) eitt lið av útvaldum, loyniligum njósnarum til Evropa fyri at finna Werner Heisenberg (Mark Strong), leiðandi kjarnorkugranskara í Nasitýsklandi.
Moe Berg (Paul Rudd), yrkis baseballspælari, ið tosar sjey mál raðið, er leiðari teirra, hann varð spión undir krígnum. Amerikanar óttast, at týskarar eru komnir langt í menningini av eini kjarnorkubumbu, og um so er, er tað uppgávan hjá Moe og hansara liði at drepa Heisenberg. Men er Heisenberg áhugaður í at gera eina kjarnorkubumbu fyri nasistarnar, ella drálar hann tilgongdina við vilja?
Filmurin byggir á veruliga hending.
Leikarar: Moe Berg: Paul Rudd, Paul Scherrer: Tom Wilkinson og Korenda: Connie Nielsen.
Umframt tey eru: Estella: Sienna Miller. Martinuzzi: Pierfrancesco Favino. Werner Heisenberg: Mark Strong. Rathe: Anna Geislerova.
Leikrit: Robert Rodat og Nicholas Dawidoff eftir bók hjá Nicholas Dawidoff.
Leikstjórn: Ben Lewin.
Upprunaheiti: The Catcher Was a Spy.
Framl.ár: 2018.
|