|
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
The Godfather: Jupiter - 3. partur.
Brian Cox professari heldur fram á rannsóknarferð í sólskipanini. Hesaferð er hann á tí stóru Jupiter. Jupiter er ikki einans tann størsta, men eisini tann elsta av klótunum í sólskipanini. Jupiter er tann einasta av klótunum, sum var vitni til, at sólin varð til, og líka síðani hevur tann ómetaliga tyngdikraftin verið við til at avgera lagnuna hjá hinum heimunum. Tá hon helt leiðina fram til innaru sólskipanina, kastaði Jupiter tilfar móti sólini. Hon tarnaði vøkstri og menning á Mars, sum annars kundi verðið líka stór sum jørðin. Jupiter hevði forkomið hvørji einastu klótu á leiðini inn móti sólini, um ein samanstoytur við eina aðra stórklótu - Saturn - ikki hevði fingið hana at broyta kós.
|