|
- am. drama frá 2020, óhósk. fyri smáb.
Tann eldri, konservativi búnaðarmaðurin Willis Peterson (Lance Henriksen) má flyta heim til sín samkynda son John Peterson (Viggo Mortensen) í Los Angeles, tí heilsan er farin at bila. Her skulu teir royna at finna eitt gott stað hjá Willis at búgva, eftir at hann er pensjóneraður. Willis byrjar at vísa tekin um demens, og samstundis hevur hann ilt við at góðtaka samkynda sonin og hansara livsstíl. Teir báðir hava altíð verið rættiliga ósamdir - kunnu teir onkursvegna finna hvønn annan aftur? Filmin skrivaði og leikstjórnaði dansk-amerikanski Viggo Mortensen, sum sjálvur spælir høvuðsleiklutin í filminum. Danski Marcel Zyskind, filmfotografur hevur fotograferað.
Leikarar: John Peterson: Viggo Mortensen, Willis Peterson: Lance Henriksen og Sarah Peterson: Laura Linney. Við eru eisini: John Peterson, sum 15 ára gamal-: William Healy. John Peterson sum barn: Grady McKenzie. Willis Peterson sum ungur: Sverrir Gudnason. Handrit og Leikstj.: Viggo Mortensen.
Framl.ár: 2021
Aldursmark: 11
|