|
- am. filmur frá 2006
(The Devil Wears Prada)
Tá ungi journalisturin Andrea Sachs kemur til New York, strembar hon eftir at fáa arbeiði á einum av stóru dagbløðunum, men endar sum hjálparfólk hjá grussuni Maranda Priestly, sum er aðalblaðstjóri á einum av heimsins fremstu mótabløðum. Starvið er ógvuliga avbjóðandi, men Andrea fær at vita frá hinum hjálparfólkinum hjá Mirandu, hvussu hon skal bera seg at, og hvørji klæði hon skal ganga í. Starvið er so mikið krevjandi, at heimalívið er at kalla onki, og so við og við varnast Andrea, at hon er um at selja sína sál til tann grábeinta fyri at fáa tað, hon droymir um. Men vil hon tað?
Leikarar: Miranda Priestly: Meryl Streep, Andy Sachs: Anna Hathaway og Emily: Emily Blunt. Nigel: Stanley Tucci. Nate: Adrian Grenier. Lily: Tracie Thoms. Doug: Rich Sommer. Christian Thompson: Simon Baker.
Leikrit: Aline Brosh McKenna.
Leikstjórn: David Frankel.
|