|
|
- am. komediudrama frá 2012
USA, 1965. 12 ára gamli, foreldraleysi drongurin Sam er forliptur í gentuni Suzy, og á einum skótatúri, rýmir hann frá bólkinum og fer til gentuna. Tey bæði fara eina viku á ævintýrferð til eina oyggj við eysturstrondina í USA, har Suzy og familja hennara búgva í einum vita. Ward (Edward Norton), skótaleiðari og hansara dreingir leita eftir parinum, og tað ger Sharp (Bruce Willis), løgreglumaður, eisini. Sam og Suzy hava tikið tað neyðuga við, bøkur, bandupptakara, mat, og hugna sær á vøkru, grønu oynni. Skjótt síggja Ward og Sharp, at ongin hevur áhugað fyri dronginum.
Ein filmur eftir Wes Anderson (Royal Tenenbaums, Life Aquatic).
Leikarar: Sam: Jared Gilman, Suzy: Kara Hayward og løgregluovasti: Sharp: Bruce Willis
Eisini eru: Skótaleiðari, Ward: Edward Norton. Walt Bishop: Bill Murray. Tilda Swinton. Pierce: Harvey Keitel. Laura Biskop: Frances McDormand. Fætter Ben: Jason Schwartzman
Leikrit: Wes Anderson og Roman Coppola.
Leikstjórn: Wes Anderson.
Upprunaheiti: Moonrise Kingdom.
Framl.ár: 2012.
|