|
|
- svenskt sp.drama frá 2019, óhósk. fyri børn
Teir báðir idealistisku svensku tíðindamenninir Martin Schibbye og Johan Persson (Gustaf Skarsgård, Matias Varela) fara um markið millum Somalia og Etiopia. Teir ætla at kanna, hvussu oljuleiting gongur út yvir fólkið á staðnum. Fimm dagar seinni verða teir raktir av skotum í oyðimørkini. Eftir hetta fara fleiri marrukendar hendingar fram. Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Leikarar: Martin Schibbye: Gustaf Skarsgård, Johan Persson: Matias Varela og Linnéa Schibbye: Josefin Neldén. Við eru eisini: Carl Bildt: Philip Zandén. Abdullahi Hussein: Faysal Ahmed. Steven Irving: Stephen Jennings. Handrit: Peter Birro eftir bók hjá Martin Schibbye og Johan Persson. Leikstj.: Jesper Ganslandt.
Framl.ár: 2018
Framl.: Miso Film
Aldursm.: 15
|