|
|
- am. kærleiksfilmur frá 1999
Tann dugnaligi journalisturin Ike Graham (Richard Gere), leitar altíð eftir óvanligum/øðrvísi søgum, og tá hann frættir um Maggie Carpenter (Julia Roberts), kvinnuna, sum altíð rýmir frá altarinum í síðstu løtu, áðrenn hon skal giftast, skrivar hann eina søgu um hana. Hon gerst firtin og sendir eina klagu til redaktørin hjá honum, tað hevur við sær, at hann verður uppsagdur. Tá Maggie aftur ætlar sær at giftast, fer Ike avstað, tí hann er vissur í, at hon fer at fáa kaldar føtur frammi við altarið. Men tá Ike hittir Maggie, sær hann, at hun er fitt, vøkur og sjarmerandi, og hann verður forelskaður í henni. Men torir hann? Hon er jú als ikki til at rokna út?
Leikandi: Maggie Carpenter: Julia Roberts, Ike Graham: Richard Gere og Peggy Flemming: Joan Cusack. Við eru eisini: Fisher: Hector Elizondo. Ellie Graham: Rita Wilson. Walther Carpenter: Paul Dooley. Bob Kelly: Christopher Meloni. Brian Norris: Donal Logue. Handrit: Josann McGibbon og Sara Parriott. Instruktion: Garry Marshall.
Framl.ár: 1999
Aldursmark: 15
|