|
|
- am. kærleiks komedia frá 2006
Hóast gamli drongurin Tripp er 35 ára gamal, býr hann enn heima hjá foreldrunum, tí tað er ókeypis, hann hevur eitt gott kamar, fær døgverða hvønn dag, og mamman Sue vaskar klæðini. Foreldrini vilja gera alt fyri at fáa sonin at flyta, so tey seta Paulu, eina eiggiliga unga kvinnu, sum er serfrøðingur í at fáa heimabúgvandi menn at forelska seg í henni og fáa teir at flyta heimanífrá, at fáa gongd á málið. Men Tripp er ikki sum gamlir dreingir flestir, so Paula má knugga fyri pengarnar.
Leikarar: Matthew McConaughey, Sarah Jessica Parker, Kathy Bates, Zooey Deschanel, Justin Bartha og Bradley Cooper.
Leikrit: Tom J. Astle og Matt Ember.
Leikstjórn: Tom Dey.
|