|
|
- føroyskur dokumentarur frá 2013
At Føroyar hava vunnið sær rættin til egið flagg, er ikki komið av sær sjálvum. Merkið varð sum kunnugt viðurkent sum alment føroyskt flagg í 1940, og seinni staðfest í Heimastýrislógini í 1948, men stríðið fyri flagginum var drúgt. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn við Jens Olivur Lisberg á odda, sum tóku stig til flaggið. Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar. Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flagggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og íkki minni á ólavsøku sama ár. Tá ið Seinni heimsbardagi brestur á og bretar herseta Føroyar, er flaggspurningurin vorðin brennandi heitur. Samstundis sum danskir og bretskir myndugleikar umrøða støðuna, fylkjast føroyingar í stórum um kravið at vinna flagginum viðurkenning. Søgan um flaggið er eisini søgan um studentaútisetar við romantiskum hugsjónum, um eljustríð og lagnur, um djarvar og stoltar sjómenn, um sjálvstýrisstríð og eina ríkisrættarliga støðu í hóttafalli.
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.
|