|
|
- am. komedia frá 1996, óhósk.fyri smáb.
Roy Munson (Woody Harrelson), evnaríkur bovlari, missir armin í eini bovlingkúlurampu og noyðist at gevast. Nøkur ár seinni, tá ið hann er um at geva skarvin yvir, hitter hann Ishmael (Randy Quaid), ein evnaríkur bovlari, sum hann vil sleppa at venja og gera til tann besta bovlarin nakrantíð. Skjótt ferðast Roy og Ishmael úr bovlinghøll til bovlinghøll - ávegis til ta stóru kappingina í Reno, har 1 miljón dollarar bíða!
Leikarar: Roy Munson: Woody Harrelson, Ishmael Boorg: Randy Quaid og Ernie McCracken: Bill Murray.
Umframt tey eru: Claudia: Vanessa Angel. Mr. Boorg: William Jordan. Mrs. Boorg: Prudence Wright Holmes. Thomas: Zen Gesner. Stanley Osmanski: Rob Moran. Calvert Munson: Danny Green.
Leikrit: Barry Fanaro og Mort Nathan.
Leikstjórn: Booby Farrelly og Peter Farrelly.
Upprunaheiti: Kingpin.
Framleiðsluár: 1996.
|