|
|
- am. kærleiksfilmur frá 1988
Brian Flanagan ætlar sær í grundini at gerast børsmeklari, men barrvørðurin Douglas Coughlin vissar hann um, at nógvir pengar eru at vinna aftan fyri barrskivuna. Brian hevur góðar gávur at skeinkja og saman við Douglas verða teir kendir barrvørðir í New York. Fyri einaferð at fáa ráð til sína egnu barr, tekur Brian eitt starv í Jamaica og her hittir hann eiggiligu ternuna Jordan, sum hann kastar saman við. Men tá hann hittir ríku og vøkru Bonnie, fer Jordan frá honum. Ber tað til hjá Brian at fáa Jordan aftur?
Leikarar: Tom Cruise, Bryan Brown, Elisabeth Shue, Gina Gershon, Lisa Barnes og Laurence Luckinbill.
Leikrit: Heywood Gould.
Leikstjórn: Roger Donaldson.
|