|
|
- am. spenningsfilmur frá 2006, óhósk. fyri børn
Framtíðin hjá Stórabretlandi sær svørt út. Fólkið livir undir einræðisstýri, og einasti møguleiki at koma stýrinum til lívs, er ein frælsisstríðsmaður í dularbúna, kendur undir navninum "V" (Hugo Weaving). Filmurin byggir á teknirøðina eftir Alan Moore og David Lloyd, og handritið hava Wachowski-brøðurnir, sum stóðu aftan fyri "The Matrix" gjørt.
Leikarar: V: Hugo Weaving. Evey: Natalie Portman og Adam Sutler: John Hurt.
Við eru eisini: Finch: Stephen Rea. Deitrich: Stephen Fry. Creedy: Tim Pigott-Smith. Dominic: Rupert Graves.
Handrit: Wachowskibrøðurnir.
Leikstj.: James McTeigue.
Upprunah.: V for Vendetta
Framl. ár: 2006
Filmurin er óhóskandi fyri børn!
|