|
|
- føroyskur dokumentarfilmur frá 2022, frá týskv.
Vit fylgja tveimum vinkonum, Angel Nashami og Onnu Joensen-Næs, á ferð til Kenja.
Vit hoyra um munin á føroyskari og afrikanskari mentan. Hvussu kennist tað, at vísa bestu vinkonu síni eina heilt nýggja síðu av sær sjálvari, og taka hana við til fjarskotna heimlandið?
Vit hoyra, hvussu ung úr báðum mentanum kunnu liva saman og samtíðis læra av hvørjum øðrum.
Angel hevur nú búð í Føroyum í 8 ár og fer nú aftur at vitja vinfólk og familju í heimlandinum.
Við henni á ferðini er Anna. Umvegis samrøður koma vit innum hvør Angel var, áðrenn hon flutti til Føroya.
Síðani hvussu hon kendi tað í 5. flokki, tá ið hon tók avgerð um at flyta frá tættastu familjuni og hinumegin heimin til Føroya til mammuna.
Vit hoyra um torføru tíðina hjá henni at tillaga seg til nýggju evropeisku mentanina við einum øðrvísi húðarliti, uppvøkstri og uttan at duga málið.
Hvussu tað var, at til tíðir, noyðast at venda blinda
eygað til, tá ið hon føldi seg misskilta og øðrvísi.
Lagt til rættis: Anna Joensen-Næs
|