|
|
- am. actionfilmur frá 2009, óhósk. fyri børn
Walter Garber (Denzel Washington), er vaktleiðari í New York City undirgrundarbreytini, hann má brúka allar sínar royndir og vitan, tá tann brotsligi ørvitisknokkurin Ryder (John Travolta) og hansara harkalið ræna eitt tok og krevja 10 milliónir dollars í loysigjaldi. Pengarnir skulu gjaldast innan ein tíma, annars verður eitt ferðafólk dripið um minuttin. Samstundis sum vaktleiðarin skal samskifta við samvitskuleysa leiðaran í harkaliðnum, stendur hann eisini á odda fyri royndunum hjá myndugleikunum at seta harkaliðið út úr spælinum.
Filmurin er endurinnspæling av filminum´Togkapring´ frá 1974.
Leikarar: Walter Garber: Denzel Washington, Ryder: John Travolta og Camonetti: John Turturro.
Við eru eisini: Phil Ramos: Luis Guzmán. Borgmeistari: James Gandolfini. John Johnson: Michael Rispoli. Bashkim: Victor Gojcaj. Delgado: Ramon Rodriguez.
handrit: Brian Helgeland eftir skaldsøgu hjá John Godey.
Leikstj.: Tony Scott.
Uppruanh.: The Taking of Pelham 1 2 3
Framl. ár: 2009
|