|
|
- avstr. drama frá 2009
Filmurin byggir á veruliga hending!
11 ára gamal verður tann fátæki bygdardrongurin Li Cunxin valdur at ganga á ballettskúla í kommunistiska Kina. Skúlin er ómenniskjansliga strangur og harður, og tá drongurin seinni fær møguleika at fara til USA á ballettskúla har, broytist lívið aftur. Hann verður roknaður sum eitt dansigeni, - samstundis sum hann gerst forelskaður í eini gentu haðani. Nú er hann í tvístøðu. Spurningurin er: skal hann hoppa av og fylgja egnum huga og ætlanum í USA, ella skal hann gera, sum hann er vandur upp til - og fara heim aftur?
Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Leikarar: Ben Stevenson: Bruce Greenwood, Charles Foster: Kyle MacLachlan og Li Cunxin sum vaksin: Chi Cao.
Við eru eisini: Niang: Joan Chen. Elizabeth Mackey: Amanda Schull. Li Cunxin ungur: Chengwu Guo. Li Cunxin sum barn: Wen Bin Huang.
Handrit: Jan Sardi efter en bog af Li Cunxin.
Leikstj.: Bruce Beresford.
Upprunah.: Mao´s Last Dancer
Framl. ár: 2010
|