|
|
- am. krimi-skemtif. frá 1987, óhósk.f. børn
Eitt ránsmannalið herjar ríka Beverly Hills. Tá løgregluleiðarin Andrew Bogomil (Ronny Cox) samstundis er fyri morðroynd, fer reyparin Axel Foley (Eddie Murphy), sum framvegis er løgreglumaður í Detroit, avstað at hjálpa vinum sínum, tað ger hann á sín serliga hátt. Tey koma á sporið av einum harkaliði, har leiðarin er ein sera langbeint og eyðsýnd blondina, Karla Fry (Birgitte Nielsen).
Leikarar: Axel Foley: Eddie Murphy, William -Billy- Rosewood: Judge Reinhold og Karla Fry: Birgitte Nielsen.
Við eru eisini: John Taggert: John Ashton, Andrew Bogomil: Ronny Cox. Maxwell Dent: Jürgen Prochnow. Harold Lutz: Allen Garfield.
Handrit: Eddie Murphy, Robert D. Wachs, Larry Ferguson og Warren Skaaren.
Leikstj.: Tony Scott.
Uppr.h.: Beverly Hills Cop 2
Framl. ár: 1987
|