|
|
- bretskur skemtifilmur frá 2003
Tá allir teir bestu agentarnir í Onglandi verða myrdir í einum øgiligum bresti, noyðist skrivstovuagenturin Johnny English at verja ensku ríkisgimsteinarnar. Men tað eydnast ikki, og tí eydnast tað tí ónda franska vinnulívsmanninum Pascal Sauvage at stjala dýrgripirnar. Skjótt fær English frænir av, hvar Sauvage er og varnast, at stuldurin bara er partur av einari stórari samansvørjing. Ætlanin er at seta ensku drotnininga frá og í staðin seta ein franskan konga á ensku trúnuna! Megnar Johnny English at forkoma teimum ræðuligu ætlanunum og at fáa hendur á ríkisgimsteinunum?
Leikarar: Johnny English: Rowan Atkinson, Lorna Campbell: Natalie Imbruglia, Pascal Sauvage: John Malkovich. Alexandra greivinna: Tasha de Vasconcelos. Bough: Ben Miller. Agentur eitt: Greg Wise. Carlos Vendetta: Douglas Mcferran. Pegasus: Tim Pigott-Smith.
Leikrit: Neal Purvis, Robert Wade og William Davies.
Leikstjórn: Peter Howitt.
Aldursmark: 7 ár.
|