|
|
-am./br. spenningsf. frá 1989, óhósk.f. børn
Tá CIA-agenturin Felix Leiter skal giftast, verður brúðurin myrd á ógvisligan hátt, og Felix illa løstaður, gerningsmaður er latínamerikanski narkobarónurin Sanchez (Robert Davi). Tað fær besta vinmann Felix, bretska MI6-agentin James Bond (Timothy Dalton), til at hevna seg inn á Sanchez. Tað vil bretska stjórnin ikki finna seg í og tekur rættin at drepa frá honum, men James Bond heldur fram við síni hevndarferð móti Sanchez. Lív Bonds og karriera standa upp á spæl - fer tað at eydnast honum at fáa hevnd?
Leikandi: James Bond: Timothy Dalton, Pam Bouvier: Carey Lowell og Franz Sanchez: Robert Davi. Við eru eisini: Lupe Lamora: Talisa Soto. Milton Krest: Anthony Zerbe. Sharkey: Frank McRae. Ed Killifer: Everett McGill. Dario: Benicio Del Toro. Q: Desmond Llewelyn. M: Robert Brown. Handrit: Michael G. Wilson og Richard Maibaum Leikstj.: John Glen.
Framl. ár:1989
|